top of page
20200920_183304.jpg

Tinnitus skeið

Nú dagarnir leingjast og várið er í hondum, fara vit í holt við eitt nýtt skeið, ið er ætlað teimum við Tinnitus, sum hava stórar avbjóðingar í gerandisdegnum.

Skeiðið er í Tórshavn hvønn hósdag frá kl. 14.00 - 16.00 og byrjar 18. apríl 2024.

Hevur tú avbjóðingar við Tinnitus í gerandisdegnum, kunnu vit bjóða tær eitt skeið, har tú fært amboð og linna til betri lívsgóðsku. Hetta verður gjørt við, at tú verður likamliga og mentalt stimbraður við ymiskum vegleiddum venjingum. Náttúran gevur djúpan frið, við tað at hon ikki setur krøv, og á tann hátt hjálpir okkum varisliga at sleppa spenningum í likami og sál. 

Við hesum skeiðinum gerast vit meira tilvitað um sambandið við náttúruna. Náttúran stimbrar og tú gerst meira opin og forvitin um tað, ið er rundan um teg og tað styrkir teg í gerandisdegnum. Í felagsskapinum skapast sissandi nærvera, náttúrlig sambond og hugni.

​

Skeiðið byggir á royndir frá eini royndarverkætlan, sum bleiv gjøgnumførd í 2022 og 2023, og sum var eitt samstarv millum Náttúruterapi og Hoyr. Meir um verkætlanina niðanfyri.

​

Royndarverkætlanin “Tinnitus og Náttúruterapi”

Hoyr og Náttúruterapi høvdu eina royndarverkætlan fyri fólk við Tinnitus í 2022/23 og fegnast vit um góða úrslitið av verkætlanini, ið greitt vísir, at allir luttakararnir upplivdu ein munandi bata hesar 8 vikuranar, ið verkætlanin vardi.

Við byrjan og endan av verkætlanini varð gjørd ein Tinnitus Handicap Inventory (THI) kanning, har luttakararnir skuldu svara ymiskum spurningum um, hvussu teir høvdu tað og hvussu teir megnaðu gerandisdagin, arbeiði og tað at liva við Tinnitus.

Tað gleðiliga var, at allir luttakararnir merktu ein munandi bata, tá verkætlanin var liðug.

Aldursspjaðingin á luttakarunum var frá gott 20 ár og upp til 70 ár.

 

Um mann skal siga nakað um, hvat tey flestu mettu gott, so var afturgangandi svarið, 

  • At kunna seta orð á tað, at liva við Tinnitus

  • Vera saman við øðrum, ið skilja støðuna 

  • Fáa og geva góð ráð

  • Sansavenjing

  • Venjingar sum at lurta eftir ljóðum í náttúruni

  • Stilla løtan á 30 min

  • Gongutúrur í tøgn

  • Flyta fokus frá høvdinum til kroppin

  • Ganga spakuliga, tiga og brúka sansirnar

  • Fysisk venjing, loysa upp í liðunum

  • Sita undir trænum

  • Hugsa djúpt um settar spurningar o.m.a.

 

Hoyr segði soleiðis: “Vit hava fingið nakað ítøkiligt at arbeiða víðari við, og síggja vit veruliga vón fyri framman, fyri fólk við Tinnitus.”

​

​

Náttúruterapi fyri fólk við Tinnitus byrjar 18. apríl 2024.

Skeiðið varar í 6 vikur, har luttakararnir eru saman 2 tímar um vikuna. Umframt hetta verða eisini heimavenjingar. 

Skeiðið er í Tórshavn hvønn hósdag frá kl. 14.00 - 16.00. Kostnaðurin er 3.500 kr.

Er hetta nakað fyri teg? Skriva til okkum niðanfyri

bottom of page