top of page
20210314_121804.jpg

Gestaltterapi

Gestaltterapi er ein upplivilsisorienterað og erfaringabaserað psykoterapi, har ið tú arbeiðir við tí, sum er týdningarmikið fyri teg og títt lív her og nú. Ein háttur, sum kann fara inn í allar menniskjansligar kenslur. Í terapiini verður arbeitt við teimum tingunum, sum rúgva upp hjá tær, uttan at døma ella fordøma. Á henda hátt fært tú møguleikan til sjálv/sjálvur at meta um og merkja eftir, hvat ið hetta hevur at týða fyri teg. ”Gestalt” er eitt týskt orð og merkir ”skap”. Ígjøgnum gestaltterapi, sum snýr seg um at lýsa tínar avbjóðingar og merkja tær í kroppinum, fært tú betri møguleikar til sjálv/sjálvur at velja, hvønn veg tú skalt fara og harvið taka ábyrgd av egnum lívi. Í terapiini er sambandið týdningarmikið. Sambandið til tín sjálvs og tín kropp, sambandið millum teg og terapeutin, og sambandið millum teg og tíni medmenniskju. Tú skalt ikki ”broytast”, men blíva betri til at vera tað menniskja, sum tú longu ert og at standa við teg sjálva/sjálvan. Um tað er okkurt, sum plágar okkum og sum vit ikki hava fingið gjørt upp við á ein nøktandi hátt, vil hetta liggja og órógva, ella ligga ”ógestaltað”, og gera okkum fastlæst og óligilig ávís støð í okkara lívi. Tá ið vit hava fingið ”ruddað upp” í óforloystum upplivingum, endurvinna vit okkara ligiligheit og harvið kensluna av, at hava fleiri møguleikar at velja í og frælsi til at gera nakað annað. Gestaltterapi mentist ígjøgnum 1950´ini av læknanum Fritz Perls í USA. Perls byrjaði sum psykoanalytikari í 1930´nunum í Týsklandi og flutti seinni til USA, har ið hann stovnaði eitt terapeutiskt institutt. Íblásturin stavaði frá psykologiskum og psykoanalytiskum ástøði, frá kroppsorienteraðari psykoterapi, fænomenologi og eysturlendskari filosofi.

20200920_183304.jpg

Samband

Skriva til okkara um tú hevur spurningar ella vilt melda teg til ein av okkara tænastum

 

Takk fyri boðini

bottom of page