7G5A5709sh.jpg

Eg eiti Jensia Brodersen og varð útbúgvin námsfrøðingur í 1996 og uppstigað til BA í 2017. Havi eisini lisið gestaltterapi á DIPSU í 2011 (www.dipsu.dk). Í 2019 tók eg eina eftirútbúgving í ”Naturbaseret terapi og sundhedsfremme” á Københavns Universitet.

Eg havi arbeitt sum námsfrøðingur/leiðari við børnum innan dagstovnaøkið og serstovnaøkið. Havi eisini  arbeiðsroyndir innan sosialpsykiatri sum mentor og bólkaleiðari innan gestaltterapi og náttúruterapi. Harafturat havi eg royndir við sjálvbodnum arbeiði sum kjattráðgevi. Eg arbeiði sjálvstøðugt og saman við øðrum. Alt arbeiði er undir fakligum eftirliti (supervisión).

 

Eg eri fødd í 1963, gift og eigi 3 børn og 2 ommubørn.

Eg eiti Róa Midjord og varð útbúgvin heilsurøktari í 1999 og Kliniskur Gestalt Psykoterapeutur frá GIS -International í 2013 . Samstundis las eg BA í útviklingspsykologi á universitetinum í Tartu í Estlandi. Umframt hesar útbúgvingar havi eg viðkomandi grundútbúgvingar í misbrúksviðgerð, kognitivum viðgerðarhættum og mentalisering.

 

Eg havi hollar royndir innan einstaklinga- og bólkaterapi, ið eg havi nomið mær í mínum arbeiði sum mentor innan sosialpsykiatri. Innan sjálvboði arbeiði havi eg leitt sjálvhjálparbólkar fyri bæði børn, ung og vaksin, og eri kjattráðgevi. Í løtuni starvist eg sum misbrúksviðgerði, har eg undirvísi bólkum og einstaklingum. Eg arbeiði sjálvstøðugt og saman við øðrum. Alt arbeiði er undir fakligum eftirliti (supervisión).

 

Eg eri fødd í 1975, gift og vit hava tríggjar dreingir.

7G5A5859sh.jpg
20200920_183304.jpg

Samband

Skriva til okkara um tú hevur spurningar ella vilt melda teg til ein av okkara tænastum

 

Takk fyri boðini