top of page
hoyr.jpg

Royndarverkætlanin

Tinnitus og Náttúruterapi

 

Heystið 2022 gjøgnumførdu vit eina royndarverkætlan saman við áhugafelagnum Hoyr. Hoyr arbeiðir við menniskjum, sum líða av Tinnitus og sum hava niðursetta hoyrn.

Endamálið við verkætlanini var at finna út av, um ”Náttúrugrundað terapi og heilsufremjan” kundi hjálpa fólki við Tinnitus.

 

Um Tinnitus

Tinnitus er ein uppliving av ljóði, ið er avmarkað til oyruni ella meiri spjatt inni í høvdinum. Tað er persónurin við Tinnitus, ið hoyrir ljóðið og ljóðið kemur ikki uttanífrá.

Nøkur hoyra ljóðið einans í tí eina oyranum, ella sum um ljóðið er mest í aðrari síðuni. Onnur hoyra ljóðið líka nógv í báðum oyrum, meðan onnur hava eina uppliving av at hoyra nakað meiri óklárt onkustaðni í høvdinum.

Fatanin av hesum ljóðum kann vera rættiliga ymisk. Nøkur uppliva ljóðið sum sús, onnur sum ringjan ella ringitóna. Fyri onnur kann ljóðið minna um alt frá tónleiki til maskinlarm, ídnaðar- og náttúruljóð.

Tinnitus títtleikin:

10-20% hava Tinnitus. 1-3% eru so illa fyri av Tinnitus, at tey hava tørv á hjálp. Hetta talið er vaksandi (Høreforeningen).

Eftir hesum tølum eru tað í Føroyum millum 5.200-10.400, ið hava Tinnitus.

Kelda: hoyr.fo

 

Áhugin fyri royndarverkætlanini var stórur, og gjørdu vit tveir bólkar á 8 luttakarar. Lutakararnir vóru fólk í øllum aldri, sum komu ymsa staðni frá í Føroyum.

Fyrst vórðu luttakararnir snarkannaðir (screen’aðir), fyri at kanna hvussu plágaði ella ávirkaði tey vóru av Tinnitus. Til hetta brúktu vit spurnarblaðið ”Tinnitus Handicap Inventory”, THI, sum er eitt altjóða viðurkent kanningaramboð.  Har eru 5 stig sum vísa, hvussu høgt ein skorar. Um ein liggur millum 0 og 16, er mann á stigi 1, sum eitur ”Meget let”. Um ein liggur millum 18 og 36, so er mann á stigi 2, sum eitur ”Let”. Um ein liggur millum 38 og 56, er mann á stigi 3, sum eitur ”Moderat”. Liggur mann millum 58 og 76, er mann á stigi 4, sum eitur ”Svær”. Til síðst, er mann millum 78 og 100, er mann á stigi 5, sum eitur ”Katastrofalt”.

 

Síðani tilrættaløgdu vit terapi-tilgongdina soleiðis, at hon passaði til ymisku avbjóðingarnar, sum luttakarnir høvdu. Vit møttust eina ferð um vikuna, íalt 8 ferðir.

Verkætlanin bleiv gjøgnumførd frá miðjum oktobur til miðjan desembur 2022. Hesa árstíðina kann veðrið vera ein størri avbjóðing enn um summarið, men vit fingu lánt ein setugarð (kolonihava), soleiðis at vit altíð kundu finna lívd onkustaðni og harvið sluppu undan avlýsingum.

Tilgongdin gekk sum ætlað og uppmøtingin var gjøgnumgangandi góð. Vit kannaðu eisini hvørja ferð við ”Mood scale”, hvussu luttakararnir høvdu tað sálarliga, tá ið tey komu og tá ið tey fóru heim.

Tá ið skeiðið var liðugt, blivu øll snarkannaði aftur, og so kundu vit síggja/dokumentera úrslitið. Við at samanlíkna fyrru snarkanningina við seinnu snarkanningina, sóu vit munin hjá hvørjum einstøkum luttakara.

Úrslitið vísti, at øll høvdu gjørt framstig, og at serliga tey, sum vóru illa plágaði av Tinnitus, høvdu gjørt størst framstig og flutt seg eitt til tvey stig niður. Snarkanningin vísir heilt tíðiliga at royndarverkætlanin eydnaðist og at arbeiðshátturin ”Náttúrugrundað terapi og heilsufremjan” hevur gjørt ein mun.

Seks mánaðir eftir at royndarverkætlanin var liðug, møttust vit aftur fyri at fylgja upp uppá royndarverkætlanina. Luttakararnir blivu snarkannaðir aftur og greiddu frá, hvussu tað hevði gingið síðan seinast. Tað vísti seg at fleiri teirra framvegis brúka venjingar, sum tey lærdu á skeiðnum. Og eitt, sum serliga gekk aftur hjá øllum, var, at tey øll vóru blivin meira tilvitaði um, at tá ið tey kendu seg strongdan, bleiv teirra Tinnitus nógv verri.

 

Her eru nøkur dømir um, hvat ið luttakararnir siga um royndarværkætlanina:

  1. Hevur verið læruríkt og gott at koma at kenna onnur, sum eisini hava Tinnitus

  2. Havi lært at vera til staðar í náttúruni og hvat ið er gott fyri meg

  3. Gott at kunna tosa opið um Tinnitus og hvussu eg havi tað

  4. Eri blivin meira tilvitað um, hvussu gott tað er fyri meg at vera úti í náttúruni

  5. Havi lært at hugsavna meg um kringumstøðurnar og hugsa um okkurt annað enn Tinnitus

  6. Havi lært at flyta fokus frá høvdinum og niður í kroppin

  7. Tað hevur verið ótrúliga gott fyri meg at luttikið á hesum skeiðnum

  8. Havi fingið fleiri nýggj amboð at arbeiða víðari við

  9. Fingið íblástur til handfaring av míni avbjóðing

  10. Lærdi meg takksemi um náttúruna og hvussu hon kann virka sum heilivágur

  11. Havi verið so glað fyri at eg kundi luttaka

  12. Havi lært at brúka náttúruna í góðum eins væl og í ringum veðri

  13. Mær dámdi væl at hugsa djúpt um settar spurningar

  14. Kundi verði nakrar ferðir afturat

  15. Tað er gevandi á tann hátt, at eg nú eri meira tilvitað um at stressa ordiliga av. Og at náttúran er beint uttanfyri

  16. At vera úti var heilt serligt. Ein er vanur at vera inni til ymisk tiltøk. Nú úti: – rátt, kalt, bál, kaffi og ein krakk at sita á. 10-oyrað fall, vit eru úti í náttúruni 😊 Ein sera góð og øðrvísi kensla.

20200920_183304.jpg

Samband

Skriva til okkara um tú hevur spurningar ella vilt melda teg til ein av okkara tænastum

 

Takk fyri boðini

bottom of page