top of page
20210218_172314.jpg

Náttúruterapi

Náttúrugrundað terapi er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Henda viðgerð hevur verið nýtt til fleiri ymiskar sinnisligar líðingar í øldir. Men tað er ikki fyrr enn tey seinastu ”ára-tíggju” at gransking hevur víst,  hvat ið tað er, sum náttúran kann og hvussu vit kunnu brúka hana sum eitt amboð í tí terapeutisku tilgongdini.

 

Náttúruterapi er psykoterapi, sum fer fram úti í náttúruni og í samspæli við náttúruna. Náttúran er ein týðandi partur av terapi-tilgongdini. Kanningar vísa, at bara við at vera úti í náttúruni í 20 minuttir, kunnu vit máta hvussu hjartarytman og blóðtrýstið fara niður, og eisini hvussu strongdhormonið ”kortisol” í blóðinum lækkar. Okkara nervaskipan verður sissað og tað verður lættari at finna ró í sær sjálvum. Náttúran setur ongi krøv og ger at okkara uppmerksemi kann hvíla.

Ástøðin ”Attention Restoration Theory” (Kaplan og Kaplan, 1989) sigur, at vit hava tvey sløg av uppmerksemi. “Directed attention”, sum er málrættað ella skerpað uppmerksemi, sum vit brúka tá ið vit t.d. koyra bil, rokna, lesa ella skulu avrika okkurt ávíst. Og so hava vit ”Effort attention”, sum er spontant ella ódarvað uppmerksemi, sum vit brúka tá ið vit slappa av ella ganga ein túr í náttúruni og ikki skulu nakað ávíst.

Kanningar vísa, at serliga fýra viðurskiftir skulu vera galdandi, um eitt umhvørvi skal virka sinnisliga linnandi:

​

  1. At tú upplivir umhvørvið hugtakandi, lokkandi og at tú fært hug til at kanna tað nærri.

  2. At tær dámar at vera har og trívist í kringumstøðunum.

  3. At tú kennir teg at vera nóg langt burturi frá dagligum skyldum (”escape”).

  4. At tað er samsvar ímillum tað, ið tú hevur hug til og tað, sum kringumstøðurnar hava at bjóða.

​

Eisini er tað av týdningi, hvørjar náttúrudygdir ella hvørji upplivilsivvirðir náttúran hevur í sambandi við náttúrugrundaða terapi. Tað er millum annað at náttúran er trygg, rúmlig, lívfrøðiliga fjølbroytt, friðsæl o.s.fr.

Arbeiðshættir ið vera brúktir eru samrøður, andadráttsvenjingar, sansa-, nærveru- og kroppsterapeutiskar venjingar.

20200920_183304.jpg

Samband

Skriva til okkara um tú hevur spurningar ella vilt melda teg til ein av okkara tænastum

 

Takk fyri boðini

bottom of page