top of page

Hvat bjóða vit?

Vit bjóða ymisk skeið, sum í høvuðsheitinum snýr seg um at koma út í Føroysku náttúrina og njóta tilveruna. Náttúran gevur djúpan frið, við tað at hon ikki setur krøv og á tann hátt hjálpir okkum varisliga at sleppa spenningum í likami og sál. Vit fara varliga til verka og leiða teg/tykkum út í ymisk náttúruvøkur og friðsæl støð, sum eru væl egnað til at hjálpa okkum úr høvdinum og niður í kroppin. Tú lærir nýggjar hættir hvussu tú kanst økja títt samband við náttúruna og minka um strongd, tunglyndi og angist, og økja lívsgleðina. Sansastimulerandi- og stressminkandi venjingar, sissandi nærvera, náttúrlig sambond og ikki minst hugni.

Skeiðini eru nakrar ferðir um árið, og tað verður lýst á miðlum okkara, tá ið man hevur møguleika fyri at melda seg til. Ynskir tú at fáa boð tá ið møguleiki er fyri at melda seg til okkara næsta skeið, kanst tú melda teg til okkara tíðindabræv her. Eisini ber til at bókað okkum til ymisk høvir, sum starvsfólkadagar, útferðir, føðingardagar, bindiklubbar o.a.

bottom of page