top of page

Náttúruterapi

Upplýsingar &
tilmelding

Eitt skeið varar vanliga í 6 vikur, har man møtist

einaferð um vikuna í tveir tímar.
Pláss er fyri 8 luttakarum og kostnaður er kr. 3.500,-
Tá ið eitt skeið letur upp fyri tilmeldingum, verður dato

og klokkuslett eisini kunngjørt.

Um skeiðið

Hevur tú avbjóðingar í gerandisdegnum, kunnu vit bjóða tær eitt skeið har tú fært amboð og linna til betri lívsgóðsku. Hettar verður gjørt við, at tú verður likamliga og mentalt stimbraður við ymiskum vegleiddum venjingum. Náttúran gevur djúpan frið við tað, at hon ikki setur krøv og á tann hátt hjálpir okkum varisliga at sleppa spenningum í likam og sál.
Við hesum skeiðnum gerast vit meira tilvita um at blíva meira eitt við náttúruna. Náttúran stimbrar, og tú gerst meira opin og forvitin um tað, ið er rundan um, og styrkir tað teg framhaldandi í gerandisdegnum. Í felagsskapinum skapast ein sissandi nærvera, náttúrlig sambond og hugni.

Skeiðið er skipað sum ein sjálvhjálparbólkur úti í náttúruni saman við útbúnum terapeutum.

Á skránni er millum annað:

  • Samtalur

  • Sansavenjingar

  • Andadráttsvenjingar

  • Likamligar venjingar

  • Undirvísing

  • Kreativar venjingar

  • Gongutúrar

  • Dyppa

  • Bál – bálmat

Hvat siga luttakarar?

  • Havi funnið gleðina aftur

  • Heilt fantastiskt. Gott fyri skinn og sinn

  • Komi heim við einum gullkorni hvørja ferð

  • Gott at koma niður í ferð

  • Avbjóðandi at fara í ”slow motion”

  • Lært at merkja meg sjálva og at merkja eftir – og lært at skifta fokus

  • Sera gott fyri sinnið

  • Gott at ”gira” niður og vera meira í núinum

  • Komin nærri náttúruni. Havi ikki verið tað í áravís

bottom of page