Um okkum
Vit báðar, hava í nógv ár arbeitt innan sosial-psykiatriina í Tórshavn. Í sosial-psykiatriini eru borgarar, ið eru heimabúgvandi og sum hava sálarligar og sosialar avbjóðingar. Har hava vit oftani uppliva hvussu tað, at fara út í føroysku náttúruna hevur hjálpt teimum at slappa av og opna upp um ymisk viðurskiftir, sum kunnu vera ring at tosa um. Hetta hevur gjørt, at vit hava skaffa okkum vitan um hvat tað er sum náttúran kann og tí hava vit stovna fyritøkuna Náttúruterapi sum arbeiðir bæði við náttúrugrundaða terapi og heilsufremjan.

Jensia Brodersen
Eg eiti Jensia Brodersen og varð útbúgvin námsfrøðingur í 1996 og uppstigað til BA í 2017. Havi eisini lisið gestaltterapi á DIPSU í 2011 (www.dipsu.dk). Í 2019 tók eg eina eftirútbúgving í ”Naturbaseret terapi og sundhedsfremme” á Københavns Universitet.
Eg havi arbeitt sum námsfrøðingur/leiðari við børnum innan dagstovnaøkið og serstovnaøkið. Havi eisini arbeiðsroyndir innan sosialpsykiatri sum mentor og bólkaleiðari innan gestaltterapi og náttúruterapi. Harafturat havi eg royndir við sjálvbodnum arbeiði sum kjattráðgevi. Eg arbeiði sjálvstøðugt og saman við øðrum. Alt arbeiði er undir fakligum eftirliti (supervisión).
Eg eri fødd í 1963, gift og eigi 3 børn og 3 ommubørn.

Róa Midjord
Eg eiti Róa Midjord og varð útbúgvin heilsurøktari í 1999 og Kliniskur Gestalt Psykoterapeutur frá GIS -International í 2013 . Samstundis las eg BA í útviklingspsykologi á universitetinum í Tartu í Estlandi. Umframt hesar útbúgvingar havi eg viðkomandi grundútbúgvingar í misbrúksviðgerð, kognitivum viðgerðarhættum og mentalisering.
Eg havi hollar royndir innan einstaklinga- og bólkaterapi, ið eg havi nomið mær í mínum arbeiði sum mentor innan sosialpsykiatri. Innan sjálvboði arbeiði havi eg leitt sjálvhjálparbólkar fyri bæði børn, ung og vaksin, og eri kjattráðgevi. Eg havi arbeitt við hesum seinastu árini og nú eri sjálvstøðug vinnurekandi. Eg arbeiði sjálvstøðugt og saman við øðrum. Alt arbeiði er undir fakligum eftirliti (supervisión).
Eg eri fødd í 1975, gift og vit hava tríggjar dreingir.
