Náttúrugrundað
heilsufremjan

Upplýsingar &
tilmelding
Eitt skeið varar vanliga í 6 vikur, har man møtist
einaferð um vikuna í tveir tímar.
Pláss er fyri 8 luttakarum og kostnaður er kr. 3.500,-
Tá ið eitt skeið letur upp fyri tilmeldingum, verður dato
og klokkuslett eisini kunngjørt.
Um skeiðið
Náttúran gevur djúpan frið, við tað at hon ikki setur krøv og á tann hátt hjálpir okkum varisliga at sleppa spenningum í likami og sál. Við hesum skeiðnum gerast vit tilvitað um at blíva meira nærverandi viðnáttúruna. Náttúran stimbrar okkum og vit gerast meira opin og forvitin um tað, ið er rundan um okkum. Í felagsskapinum skapast ein sissandi nærvera, náttúrlig sambond og hugni.
Skeiðið er ætlað teimum, ið eru áhugað at royna heilsufremjandi útilív, har ið tú verður likamliga og mentalt stimbrað/ur við ymiskum vegleiddum venjingum so sum:
-
Likamligar venjingar
-
Andadráttsvenjingar
-
Sansavenjingar
-
Nærveruvenjingar
-
Heimavenjingar
-
Gongutúrar
-
Undirvísing
-
Kreativar venjingar
-
Bál - bálmatur
Hvat siga luttakarar?
-
Havi funnið gleðina aftur
-
Heilt fantastiskt. Gott fyri skinn og sinn
-
Komi heim við einum gullkorni hvørja ferð
-
Gott at koma niður í ferð
-
Avbjóðandi at fara í ”slow motion”
-
Lært at merkja meg sjálva og at merkja eftir – og lært at skifta fokus
-
Sera gott fyri sinnið
-
Gott at ”gira” niður og vera meira í núinum
-
Komin nærri náttúruni. Havi ikki verið tað í áravís