top of page

Retreat í
Akrabergi

Upplýsingar 

Náttúrugrundað heilsufremjandi ”Retreat” – Í gomlu Vitameistarahúsunum í Akrabergi, tann 5. til 7. septembur 2025.

Vit møtast fríggjakvøldið kl. 21.00/21.30 í Vitameistarahúsinum, Akrabergsvegur nr. 18.

Vit eru saman leygardagin/sunnudagin, og retreatið endar sunnudag kl. 14.30

Pláss er fyri í mesta lagi 10 fólkum, og tað verður bert gjøgnumført, um nóg nógv tekna seg.

Kostnaður fyri hvønn á dupultkamari er 4.800 kr.
Seinasta freist at tilmelda seg er 20. august

Les meir niðanfyri.

Fyri fyrstu ferð royna vit okkum við at hava eitt “retreat”.
Í okkara modernaðu tíð, har ið nógv okkara hava flutt okkum vekk frá náttúruni, er nú møguleiki at koma saman til eina fjølbroytta skrá í vøkru og stórslignu náttúruni í Akrabergi, sunnast í Føroyum. Frá fríggjakvøldi til sunnudag eru vit saman um at uppliva/brúka náttúruna á ein øðrvísi hátt, enn vit eru von við. Vit gera ymiskar útivenjingar, fáa staðkenda vitjan og frásøgn um Akraberg. Vit sova og eta í Vitameistarahúsunum, umframt at vit uppliva náttúruna við øllum sansum.

Hvat kanst tú vænta:

  • Kropsterapeutiskar venjingar

  • Andadrátsvenjingar

  • Sansavenjingar

  • Nærveruvenjingar

  • Kreativar venjingar

  • Undirvísing

  • Sitspots

  • Havdypping (valfrítt)

  • Skýmingarløta við Nada – oyraakupunkturur (valfrítt)

  • Bál og bálhugni

  • Savnsvitjan

  • Staðkenda mentunarliga frásøgn

  • Gista tvær nætur

  • Allar máltíðir eru íroknaðar

Retreat
bottom of page