top of page

Náttúrugrundaðheilsufremjan

Suðuroy

Nú dagarnir eru farnir at leingjast og ljósið vinnur meira og meira á myrkrinum, byrja vit eitt nýtt skeið í Náttúrugrundaðari heilsufremjan. Skeiðið er ætlað teimum, ið eru áhugað at royna heilsufremjandi útilív, har ið tú verður likamliga og mentalt stimbrað/ur við ymiskum vegleiddum venjingum.

  • Kropsterapeutiskar venjingar

  • Andadráttsvenjingar

  • Sansavenjingar

  • Nærveruvenjingar

  • Heimavenjingar

  • Gongutúrar

  • Undirvísing

  • Kreativar venjingar

  • Bál - bálmatur

Náttúran gevur djúpan frið, við tað at hon ikki setur krøv og á tann hátt hjálpir okkum varisliga at sleppa spenningum í likami og sál. Við hesum skeiðnum gerast vit tilvitað um at blíva meira nærverandi við
náttúruna. Náttúran stimbrar okkum og vit gerast meira opin og forvitin um tað, ið er rundan um okkum. Í felagsskapinum skapast ein sissandi nærvera, náttúrlig sambond og hugni.

Skeiðið byrjar 1. mai 2025 í Suðuroy og verður aðru hvørja
viku, 4 kvøld tilsamans, í 2½ tíma hvørja ferð. Vit møtast
hósdagar frá kl 18.00 til 20.30

Pláss er fyri 8 luttakarum og kostnaðurin er kr. 2.800,-

Hvat siga luttakararnir?

  • Havi funnið gleðina aftur

  • Heilt fantastiskt. Gott fyri skinn og sinn

  • Komi heim við einum gullkorni hvørja ferð

  • Gott at koma niður í ferð

  • Avbjóðandi at fara í ”slow motion”

  • Lært at merkja meg sjálva og at merkja eftir – og lært at skifta fokus

  • Sera gott fyri sinnið

  • Gott at ”gira” niður og vera meira í núinum

  • Komin nærri náttúruni. Havi ikki verið tað í áravís

20200920_183304.jpg

Samband

Skriva til okkara um tú hevur spurningar ella vilt melda teg til eina av okkara tænastum

 

Takk fyri boðini

bottom of page